Pages

UM


Hey! Eg eiti Aleth og tú - stakkalin er dottin inn á mína síðu.
Her komi eg at deila eitt sinddur av mínum lívi. Um hvussu tað er at vera 26, og búgva heima hjá teimum gomlu. The struggle is REAL! Hattar har tá mann er eitt siiindur ov feitur og ALT ov dovin. STRÍÐIÐ at reisa seg av síni fløtu og koma í gongd. 

Eg havi gingið skúla í alt ov nógv ár. 17 ár, uttan steðg - og nú eg endiliga eri liðug at lesa (fyribils), eri eg farin inn á gamla fólkaskúlan hjá mær at arbeiða. 
Eg varð útbúgvin sum klædnahandverkari gjøgnum Tekniska Skúla í Tórshavn og Via University, á konstruktións-linju í 2011. Síðan tá havi eg ognað mær HF prógv, arbeitt í barnagarði og sum vikar í fólkaskúla. 

Annars dámar mær væl at vera kreativ og góðan mat, bæði gera og ikki minst at ETA góðan mat - sum btw ikki ger omanfyri nevndu støðu nakað lættari.
Eg eri fyri heilt fáum árum síðan byrjað at binda (havi allan mín uppvøkstur havt eitt sindur av prestatiónsangst á hesum økinum - tað er tað sum hendir tá mann eigur ikki eina, men tvær ommur sum eru sjúkt góðar til júst hetta handverkið), og eg elski tað! Annars seymi eg og elski DIY prosjektir.
Haldi tað einasta sum er eftir at siga nú er, at eg eri familju-menniskja við stóra F! 

Tað verður so í høvuðsheitinum tað hendan síðan kemur at snúgva seg um.
So vil eg bara siga orsaka fyri shitty iPhone myndir og ikki so nógv uppsløg at byrja við - cause you see.. I'm broke-AF, men tað verður betur! Lovi tað. Now let's do dis ;)


Aleth Vang
alethvang@gmail.com

Um tit hava okkurt tit halda eg burdi hoyrt - lemme know ;)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar